Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Uppskotið hjá Løkke um at legalisera hassj er fallið undir stjórnarsamráðingunum í Danmark. Vinstra segði nei.

Hetta vóru gleðiboð fyri allar rúseiturseljarar. Við framvegis at banna rúseitri hjálpa politikarnir teimum at fáa stórar svartar inntøkur.

Hesar inntøkur kunnu bandittarnir seta í annað virksemi, sum eisini kann koma teimum politikarum at gagni, sum hjálpa teimum. Hjálparveitingin til mafiuna er rættarskipanin, sum løgregla, dómstólar og fongsul, sum skattgjaldararnir skulu bløða fyri. Í summum londum sum í Iran verða 17 ára dreingir hongdir fyri at selja eitt vet av narkotika. 

Men alt er til fánýtis. Mafiosar arbeiða við vissu um, at umleið 15% av tí, teir royna at smugla, verður tikið, og hesin missur verður tikin innaftur við at hækka prísin á tí, sum kemur uttanum.

Nú Løkke ikki kom ígjøgnum við sínum uppskoti um at legalisera hash standa okkara politikarar fyri einari avbjóðing.

Teir mugu viðurkenna, at við framvegis at geva mafiuni skattafrælsi verður skattainntøka hins almenna minni enn hon annars hevði verið. Hesin misssur verður at gjalda av hinum skattgjaldarunum.

Føroyar eru sjálvandi ein lítil marknaður hjá mafiuni, men við at fylgja við í teimum almennu tølunum fyri, hvussu nógv verður tikið av tollvaldinum hjá okkum, síggja vit, at nakað verður flutt inn, og fyri mafiuna telur hvørt oyra. Hon fær 9 ára gomul børn at selja fyri seg dag sum nátt. Tað sindrið, sum kemur inn í Føroyum er ein partur av heildarsøluni, sum er størri enn sølan av olju í øllum heimsins londum. 

Men kunnu vit gera nakað fyri at berjast ímóti hesum ørskapi?

Nú var ein glotti í tí at Løkke hevði eitt so gott uppskot sum at legalisera sølu av rúseitri so tey sum seldu hesi evni, ið hvussu er komu at gjalda skatt. Vit vita øll, at av øllum evnum er tað einki sum drepur so nógv fólk sum nikotin, sum nógv gerast bundin av longu sum tannáringar. Nikotin kann keypast nátt sum dag allastaðni í Føroyum. Tey sum selja tað gjalda skatt av vinninginum. Tað sama er galdandi fyri alkohol, sum eisini ger nógvan skaða. Tey sum starvast við at veita viðskiftafólkunum hetta evni gjalda skatt. Hví skulu vit við vitandi og vilja stuðla narkotikaseljarunum við at loyva teimum at sleppa undan skatti? 

Men kunnu vit gera nakað fyri at berjast ímóti hesum mafiavirksemi, nú Vinstra vil hjálpa brotsmonnunum í Danmark? 

Tað kunnu vit tíbetur, og tað er fólkaatkvøðuni 14. september 1946 fyri at takka. Sjálvandi vita vit at danska stjórnin við hervaldi koyrdi løgtingið til hús tá tað vildi fara undir at samráðast um ta loysing vit høvdu samtykt á fólkaatkvøðuni, men løgtingið noyddi stjórnina til at sleppa tí rætti at krevja upp skatt í Føroyum, sum hon higartil uttan heimild hevði sagt seg hava. Nú stóð tað svart uppá hvítt, at skattarætturin var okkara. 

Tí er tað løgtingið, sum kann gera av, at tann skattafrítøkan, sum donsk skattalóggáva gevur mafiuni í Danmark, ikki er galdandi í Føroyum. Vit kunnu seta tað í verk, sum Løkke ikki fekk undirtøku fyri í Danmark og broyta lógina so allur vinningur av at selja slíkt eitur verður skattskyldigur. Hetta fer at vaksa um okkara almennu inntøkur, og sjálvt um talan valla verður um stórar upphæddir, er vert at gera nógv fyri at økja tær, tá vit sum nú hoyra um alt tað sum treingir til bót. 

Um onkur heldur, at mín áhugi fyri at legalisera rúseitur kemur av at eg eri ein sum nýtir tey, kann eg siga, at eg hvørki havi nýtt alkohol, nikotin ella narkotika og ongantíð havi saknað tað. Í mínum ungu árum var eg organiseraður fráhaldsmaður og royndi at styrkja felagsskapir okkara, og einki gleðir meg meir enn at vera saman við fráhaldsfólki. Eg ynski so inniliga at eingin roykti, drakk ella nýtti narkotisk evni. Men royndirnar vísa, at nógv ikki halda sum eg og velja at nýta hesi skaðiligu evni hóast tey síggja tann skaða tey gera sær og sínum. 

Tað sum nú fær meg at tala at er at politiska valdið gjøgnum sín skattapolitikk privilegerar narkotikasølu við skattafrælsi. Hetta er mær ovboðið, og tí taki eg undir við Løkke og gangi ímóti Vinstra í vón um at nývalda tingið fer at gera tað sama.

Zakarias Wang, valevni Sjálvstýrisfloksins

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo