Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Mynd: Ólavur Frederiksen

Mynd: Ólavur Frederiksen

Mynd: Ólavur Frederiksen

Mynd: Ólavur Frederiksen

Mynd: Ólavur Frederiksen

Uttanríkis- og Vinnumálaráðið: Hesa vikuna koma fimm herskip úr Noregi, Týsklandi, Belgia og Niðurlondum á Havnina.

Tvey av skipunum eru komin, og hini koma eftir ætlan týsdagin og mikudagin. Talan er um ein minuruddarabólk undir NATO, Standing NATO Maritime Mine Countermeasure Group One.

Bólkurin hevur verið í Noregi og er á veg suðuryvir, nú steðgað verður í Føroyum. Diplomatisk loyvi til slíkar vitjanir eru treytað av, at skipini ikki hava evnafrøðilig, lívfrøðilig, geislavirkin ella kjarnorkuvápn ella lutir til slík vápn umborð.

Vitjanin skuldi eftir upprunaligu ætlanini vera seinni í vikuni, men er vegna veður framskundað og varir helst til mánadagin 27. mars.

Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum hevur fyrrapartin ráðført seg við Løgtingsins uttanlandsnevnd um hvussu føroyskir myndugleikar viðgera og taka avgerðir í sambandi við umbønir hjá herskipum um at koma í føroyska havn.

Mynd: Ólavur Frederiksen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo