Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tann 3. oktobur verður skipað fyri náttúruráðstevnu í Norðurlandahúsinum. 

Fyriskiparnir skriva m.a. soleiðis um ráðstevnuna. 

Tað er sera týdningarmikið at økja um náttúruvitanina hjá fólki í Føroyum - bæði privat og í arbeiðshøpi. Hetta tí at føroyska náttúran er viðbrekin, og er sera lítið vard í føroyskari lóggávu.

Høvuðsendamálið við ráðstevnuni er at luttakarar læra meira um lívmargfeldið, náttúruna, og okkara tilknýti til hana. Fyrilestrarhaldararnir eru úr Føroyum og Norðurlondum. 

Dagurin byrjar við fyrilestrum, og endar í verkstovum seinnapartin har luttakarar fáa møguleikan at kjakast um ymisk evnir og fáa ítøkilig hugskot sum tey kunnu seta í gongd heima við hús ella á arbeiðsplássinum.

Kostnaðurin fyri ráðstevnuna er 345 kr., og matur er íroknaður í prísinum. 

Atgongumerkir kunnu keypast á www.nlh.fo 

Skráin sæst her: 

09.00-09.15: Møguleiki at hitta ymiskar náttúrufelagsskapir

09.15-09.30: FNU bjóðar vælkomin og landstýriskvinnan í Umhvørvismálaráðnum setir stevnuna

09.30-09.50: Pætur á Borg, fulltrúi í Umhvørvismálaráðnum, greiðir frá Náttúruverndarlógini

09.55-10.15: Sólva Jacobsen, granskari á Havstovuni, fortelur um náttúruna í havinum

10.20-10.40: Magnus Gaard, rektari á Miðnámsskúlanum í Vestmanna, fortelur um náttúruna á landi

10.40-11.00: Kaffisteðgur

11.00-11.30: Kristine Engemann Jensen, granskari frá Aarhus universitet, fortelur um samanhangin millum náttúru og sálarheilsu (beinleiðis stroyming)

10.35-12.05: Lars Dinesen, frá IPBES, greiðir frá støðuni og týdninginum av lívmargfeldi

12.05-12.40: Døgurðasteðgur

12.40-13.05: Maria Reumert Gjerding, forkvinna hjá Danmark Naturfredningsforening, fortelur um týdningin og ávirkanina av teirra arbeiði (beinleiðis stroyming)

13.10-13.55: Fyrsta verkstova byrjar

14.05-14.30: Tíð at finna næstu sessión og kaffisteðgur

14.20-15.15: Næsta verkstova byrjar

15.15-16.00: Kjak og taka saman um dagin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo