Á teim nógvu orðunum skalt tú kenna dáran
- Orðtøk Salomons

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Føroya Náttúru og Umhvørvisfelag, FNU, heldur, at uppskotið til náttúruverndarlóg er eitt stig á røttu leiðini. Tað er í tøkum tíma, at Føroyar fáa eina lóg, sum verjir margfeldi í náttúruni, eins og grannalond okkara hava havt leingi.

Í eini montru á Københavns Zoologiske Museum stendur eitt ræðandi dømi um, hvat ið kann henda, um vit ikki ansa væl eftir náttúruni: Har liggja rovini av teimum seinastu gorfuglunum í verðini í spritti. Gorfuglurin, sum doyði út í 1844, og sum eisini var í Føroyum.

Reyðlistin blunkar
Ein reyðlisti, sum Náttúrugripasavnið lat gera í 2005, vísir, at 22 plantusløg í Føroyum og 18 fuglasløg eru hótt ella sera hótt. Millum sløgini, sum kunnu fáa somu lagnu sum gorfuglurin, um vit ikki ansa eftir, teljast kend fuglasløg, sum lómur, smyril og helsareyði, og blómusløg sum hvítur fjallakarsi, skarðsýrusmæra og eingjarbjarnabroddur.

Reyðlistin vísir, at tríggjar plantur longu eru útdeyðar í Føroyum: Reyð várshagasólja, leggstutt fransagras og lyngjavni, og á listanum yvir sløg av fugli, sum eru horvin í Føroyum, finna vit hipling og skóspurv.

Villini djóra- og plantusløg hvørva alla tíðina úr okkara náttúru. Ikki bert av natúrligum ávum, men ofta orsaka av veiðu og menniskjansligum inntrivum. Vandi er fyri, at umleið ein millión djóra- og plantusløg doyggja út tey næstu áratíggjuni, um ikki vend kemur í.

Tí er tað í tøkum tíma, at eisini Føroyar fáa eina náttúruverndarlóg, sum verjir náttúrumargfeldið.

Lógin leingi á veg
Samgongan, sum kom til valdið fyrr í ár, hevur í samgonguskjalinum bundið seg til at samtykkja og seta í verk eina løgtingslóg um náttúruvernd. Lógaruppskot varð lagt fyri tingið fyrr í ár, og týsdagin í hesi vikuni tók ein greiður meirluti í rættarnevnd løgtingsins undir við uppskotinum.

Tí fegnast FNU um, at útlit nú eru til, at Føroyar loksins taka ábyrgd av støðuni og fáa eina náttúruvendarlóg, sum hevur til høvuðsendamál, at verja náttúruna, og at tálma tað hóttandi svinnið í lívfrøðiliga margfeldinum.

Avoldað lóggáva
Ein arbeiðsbólkur undir landsstýrinum staðfesti longu í 2001, at tann gamla náttúrufriðingarlógin frá 1970 nøktaði als ikki tørvin á náttúrufyrisiting í Føroyum, og mælt varð til, at gera eina tíðarhóskandi náttúruverndarlóg.

Løgtingið samtykti í 1993, at staðfesta ST-sáttmálan um lívmargfeldi, og eitt av heimsmálunum, sum ST-limalondini hava bundið seg til er, at røkja vistskipaninar, steðga lívmargfeldissvinni, og at brúka náttúruna burðardygt. Og við lógini, sum nú er á veg, fara Føroyar í størri mun at liva upp til sínar altjóða skyldu at virka ímóti, at plantur, dýr og náttúruøkir fara fyri skeyti av mannaávum.

Hetta er triðju ferð síðani 2019, at uppskot um náttúruvernd verður lagt fyri løgtingið. Seinastu ferð var í fjørvár, tá ein meirluti í rættarnevndini mælti til at taka undir við uppskotinum, men uppskotið varð ikki liðugt viðgjørt tá ið tingsetan endaði, og fall tí burtur.

Jarðeigarar einki at ræðast
Undir viðgerðunum eru høvuðsatfinningarnar komnar frá teimum, sum vara av jørðini, Bóndafelag Føroya og Føroya Óðalsfelag. Tey meta, at uppskotið flytir ræðisrættin yvir uttangarðsjørðini frá festarum og óðalfólki til fyrisitingina, við tað, at landsstýrismaðurin fær heimild við kunngerð at skipa verndarøkir, og at hetta er brot á grundlógarfesta ognarrættin.

Hesum hevur Umhvørvismálaráðið, sum hevur tilevnað uppskotið, tó staðiliga víst aftur.

Landið fær ikki ræði á verndarøkjunum, jarðeigararnir varðveita faktiska og løgfrøðiliga ræðið á økinum, og tí er ikki talan um nakra ognartøku. Um so er, at tiltøkini fara at darva brúki, sum er í gongd, hevur lógin endurgjaldsreglur fyri fíggjarligan miss, og skuldu jarðeigarar verið fyri tapi, sum fellur uttanfyri lógina, so ber til at reisa krøv eftir vanligum endurgjaldsreglum.

Umhvørvismálaráðið vísir harafurat á, at øll verndartiltøk skulu standa í rímiligum lutfalli við endamálið, at lógin leggur upp til eitt tætt samstarv við jarðeigarar, tá ið verndarkunngerðirnar skulu gerast, og at avgerðirnar eisini kunnu kærast til Føroya Kærustovn ella rættin – sammett við verandi skipan, har avgerðir hjá Yvirfriðingarnevndin eru endaligar. Rættarstøðan verður tí tryggari.

Rættarnevndin í løgtinginum hevur eisini viðgjørt atfinningarnar, og meirlutin er samdur við Umhvørvismálaráðið um, at heimildin at áseta verndarøkir er ikki ognartøka, men ein avmarkaðaður ræðirættur.

Samumtikið metir FNU sostatt ikki, at tey sum vara av jørðini hava grund til at óttast nakað.

Ein góð byrjan
Vit í Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag kundu hugsað okkum, at lógin vardi náttúruna enn betri enn hon ger í uppskotinum.

FNU hevur m.a. víst á,

•    at tað var eitt mistak, at kapittul 2 í upprunauppskotinum varð strikaður, tí hann bant myndugleikarnar og okkum øll meira til at hugsa um náttúruna, tá avgerðir verða tiknar

•    at tann sokallaði Århus-sáttmálin átti at verið samtyktur í Føroyum, so at náttúrufelagsskapir fáa status sum hoyringspartar í náttúru- og umhvørvismálum

•    at vernd av mólendi og vátlendi átti at verið nevnd í uppskotinum og

•    at lógaruppskotið gevur landsstýrismanninum ov stórt vald at loyva undantøkum frá náttúruvernd, tá ið ”týðandi samfelagsmál gera tað neyðugt”

Kortini ásanna vit, at uppskotið til náttúruverndarlóg er eitt stig á røttu leið. Soleiðis at eisini Føroyar loksins fáa eina lóg, sum verjir tey hóttu djóra- og plantusløgini og áleggur okkum at brúka náttúruna burðardygt í samsvari við altjóða avtalur.

Náttúran kann ikki bíða eftir okkum longur.

Jón Kragesteen, formaður
FNU, Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo