Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Við atkvøðunum hjá samgonguflokkunum og sambandsflokkinum samtykti løgtingið seinnapartin lógaruppskotið til umhvørvisverndarlóg. Uppskotið skal til eina triðju og seinastu viðgerð, áðrenn tað er endaliga samtykt.

Við 2. viðgerð varð uppskotið samtykt við greiðum meirluta. 25 tingfólk úr samgonguflokkunum og Sambandsflokkinum atkvøddu fyri uppskotinum. 8 atkvøður, tingfólkini hjá Fólkaflokkinum og Miðflokkinum, vóru ímóti.

Uppskotið, sum varð samtykt í dag, er meinlíkt uppskotinum, sum undanfarna samgonga legði fyri tingið í mars 2022, við teimum broytingum, sum ein samd rættarnevnd mælti til í áliti sínum í fjør. 

Tá sat Sambandsflokkurin við umhvørvismálum. Hesaferð er tað Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna úr Javnaðarflokkinum, sum hevur lagt uppskotið fram fyri hesa samgonguna.

Friðingarlógin verður broytt
Samstundis varð eitt uppskot til broytingar í náttúrufriðingarlógin frá 1970 samtykt við 2. viðgerð í tinginum í dag.

Tey bæði lógaruppskotini hanga saman og verða tí viðgjørd samstundis.

Tann nýggja náttúruverdarlógin hevur nýggjar reglur um skipan av verndarøkjum og vernd av dýra- og plantusløgum, og tí verða friðingarheimildirnar tiknar úr náttúrufriðingarlógini.

Náttúrufriðingarlógin gevur friðingarnevndunum heimild at friða økir, men hendan heimild hevur lítið og einki verið brúkt. Eftir nýggju náttúruverdarlógini verður tað landsstýrismaðurin, sum við kunngerð skal kunna seta verndartiltøk í verk. Tiltøk, sum koma í staðin fyri friðingarnar.

Staðbundnu friðingarnevndirnar og yvirfriðingarnevndin fara tó framhaldandi at taka støðu til loyvir til m.a. bygging og vegagerð, og tí verður friðingarlógin ikki tikin av, men broytt, so at hon hóskar til nýggju náttúruverdarlógina.

Tað var ein arbeiðsbólkur, sum varð settur at lýsa økið, sum í 2001 staðfesti, at náttúrufriðingarlógin frá 1970 als ikki nøktaði tørvin á náttúufyrisiting í Føroyum, og mælti til at gera eina tíðarhóskandi náttúruverdarlóg, sum livir upp til altjóða sáttmálaskyldur á økinum.

Uppskotini til náttúruverdarlóg og at broyta friðingarlógina koma væntandi til 3. og endaligu viðgerð í næstu viku, so at møguleiki er fyri, at lóginar kunnu verða samtyktar áðrenn tingið fer í summarfrí.

FNU gleðist um, at uppskotið varð samtykt í dag, og heldur at tann breiða politiska undirtøkan gevur vónir um, at uppskotið kann verða samtykt endaliga í næstu viku.

FNU

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo