Talið á skipum hjá Navigare veksur úr 11 til 13, nú fyritøkan fær skipini Hav Brim og Hav Sund ávikavist í apríl og juni í ár.
Skipini eru bygd í 2008 og lasta 4600t.
Við hesum keypinum ger Navigare somuleiðis sína størsta íløgu í søgu felagsins. Avgerðin er strategisk og ein liður í at endurnýggja flotan tey komandi árini.
- Vit fara inn í framtíðina við positivum huglagi og fleiri spennandi verkætlanum, hóast óvissuna, ið hevur verið seinastu árini og nú tí spentu støðuna millum Russland og Ukraina, sigur Navigare.
Um skipini:
Longd 89.95m
Breidd 14.4m
BT 2998t
Motororka 1800kW
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo