Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

“El er ikki luksus,” skrivar Beinta Løwe í eini grein – og rætt er tað. 

Men so skrivar hon eisini, at í dag eiga allir føroyingar SEV, men at samgongan hevur aðrar ætlanir. – Altso samgongan ætlar at føroyingar skulu ikki longur eiga SEV. 

Síðani kemur hon við eini ávaring um, at verður SEV privatiserað, so fer prísurin at hækka, og hon vísir á støðuna í Bretlandi sum ræðumynd. Har verður, sambært Beintu, tosað um, at fólk fara ikki at hava ráð at hita sær húsini ella hava køliskáp tendraði í vetur. – Hetta er altso støðan, sum hon roynir at fáa føroyingar at skilja, at samgongan eisini ynskir fyri Føroyar. 

Eingin ætlan um at privatisera SEV
Lat meg sláa fast, at tað er eingin ætlan í samgonguni um at privatisera SEV. Men í sambandi við umleggingina til grøna orku skulu rættiliga stórar íløgur gerast. Tær íløgurnar, saman við hækkaða oljuprísinum, eru orsøk til, at SEV nú ætlar at hækka elprísirnar í Føroyum.

Fyri at fáa orkuskiftið framt, er neyðugt at onnur eisini eru við í útbyggingini. Tí hevur landsstýrið arbeitt við at fáa fult gjøgnumskygni, soleiðis at greiður skilnaður er millum tann partin sum eigur netið (monopolið) og framleiðslupartin, sum er í kapping við aðrar veitarar. Vit tosa altso ikki um at taka nakað av tí verandi frá SEV, men vilja hava greiðan skilna á tí nýggja sum kemur afturat. 

Bara í summar eru tvær nýggjar, privatar vindmyllulundir reistar, og hesar fara at veita SEV munandi bíligari orku, enn verandi oljuverk kunnu útvega. Men fokusið hjá stóru andstøðuflokkunum á tingi hevur bara verið á tann partin av framleiðsluni, sum SEV í verandi løtu ikki klárar at taka ímóti. 

Jú har fer nakað av orku til spillis í útbyggingarfasuni – tí slepst ikki undan. Men hóast hetta, so ávirka nýggju vindmyllurnar prísin nógv tann rætta vegin, umframt at tær minka um CO2 útlátið. Tí áttu stóru andstøðuflokkarnir at fegnast um tað sum hendir, heldur enn at ávara føroyingar um, at nú mugu tey skjótt sløkkja bæði hita og køliskáp. 

Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo