Í eini blaðgrein sum nokk skuldi vera okkurt slag av “aftursvari” til mín, roynir Sirið Stenberg at fjala útyvir, at skerjingin í ríkisveitingini er orsøk til, at færri pengar eru í landskassanum nú, og at vit tí noyðast at spara.
Boðskapurin er púra greiður: Tjóðveldi heldur, at tað ber væl til at lækka árligu inntøkurnar við 500 mió. krónum, uttan at hetta merkist í samfelagnum.
Og fyri at leggja roykslør yvir veruleikan, nevnir Sirið Stenberg onnur átøk, sum eisini hava kostað pengar.
Ikki óvæntað so svarar hon als ikki spurningunum, sum eg setti í míni fyrru grein.
Eg spurdi millum annað, um Sirið Stenberg og Tjóðveldi ikki vita av, at bara frá 2001 til 2003 (tá tey byrjaðu at lækka ríkisveitingina), minkaði avlopið hjá landskassanum við 675 mió. krónum?
Avlopið var 697 mió. krónur í 2001, og longu í 2003 var tað komin niður á 22 mió. krónur. Hetta vísa almennu roknskapartølini.
Hví pástendur Sirið so, at niðurskurðurin einki kostaði?
Og tað at landskassin hevur havt 80 mió. krónur í meðal halli um árið, síðani ríkisveitingin minkaði, er tað tekin um, at niðurskurðurin var ókeypis?
Tá eg so spyrji, um tey í Tjóðveldi ikki vita av, at seinastu trý árini meðan tey vóru í samgongu hevði landskassin í meðal 125 mió. krónur í halli um árið, so svarar hon, at yvirskot var í fjør.
Jú, rætt er tað, at av tí at onkur íløga ikki kom í gongd til tíðina, so endaði árið við 11 mió. krónum í avlopi.
Men tað var aftaná, at landskassin hevði fingið 567 mió. krónur í ríkisveiting, og harafturat hevði danski staturin goldið umleið eina hálva milliard fyri ríkisstovnar í Føroyum, sum landskassin annars skuldi goldið.
So kunnu vit bara ímynda okkum, hvussu støðan hevði verið, um Sirið og tey ikki høvdu fingið hesar pengarnar.
Tað átti at verið óneyðugt at sagt, at minni inntøka gevur minni pláss fyri útreiðslum, og í dag má Føroya fólk rinda fyri vitleysa loysingarpolitikkin hjá Tjóðveldi.
Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



