Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Nes kommuna: Mikudagin 31.mai skipaði Tofta skúli fyri fráfaringarløtu fyri Sonju Tausen, lærara.

Sonja Tausen tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla 1984 og hevur verið lærari á Toftum síðani tá. Sonja var á ársskeiði skúlaárið 1995-96.

Eftir trúgva tænastu sum lærari í 39 ár í Tofta skúla, hevur Sonja Tausen valt at gevast sum lærari, tá skúlaárið er liðugt.

Í síni takkarkvøðu segði Súni í Hjøllum, borgarstjóri:

Góðan dagin øll somul, og takk fyri, at undirritaði og forkvinnan í Mentanarnevndini vegna Nes kommunu fingu høvi at koma við, nú skúlin hevur fráfaringarsamkomu fyri Sonju Tausen, lærara, sum hevur valt at fara úr starvi eftir sera drúgt áramál í skúlans tænastu.

”Tey renna skjótt tey stutt ár….” syngja vit í sanginum. Lagnan vildi tað so, at tá ið eg sum nýútbúgving lærari í 1979 kom at starvast í Fuglafjarðar skúla, so var Sonja eisini ársvikarur har skúlaárið 1979/80. Síðan fór Sonja sum kunnugt á Føroya Læraraskúla og tók prógv har á sumri í 1984. Síðan hevur Sonja starvast sum lærari í Tofta skúla.

Millum ár og dag hevur Sonja havt hundraðtals næmingar úr okkara bygdum, av Nesi, Toftum og úr Saltnesi. Millum hesar næmingar hava eisini verið børnini hjá okkum, konuni og mær.

Góða Sonja! Sum borgarstjóri vil eg vegna okkum øll, sum hava havt børn í skúlanum, takka tær hjartaliga fyri góða, trúgva og drúgva tænastu í Tofta skúla. Við tínum góðu gávum, sáttligu og siðiligu framferð, hevur tú millum ár og dag lagt so sera nógv gott í beinið hjá børnum og ungdómi okkara. Góð virðir, sum vit virðismeta ómetaliga høgt. Hjartaliga takk fyri tað!

Fyri kommuna er skúlin ein av kjarnuuppgávunum at røkja. Tað er tí sera umráðandi, at tey, sum eru vald í bygdaráðið ella býráðið eru tilvitað um, at hendan uppgávan skal røkjast við vælviljaðum umhugsni og nærlagni, tí skúlin hevur alstóran týdning fyri uppvaksandi ættarliðið í lokalumhvørvinum.

Eg vil, eina løtu sum hesa, eisini takka skúlans leiðslu og starvsfólkum skúlans fyri sera gott samstarv, nú vit, seinastu árini, hava verið og eisini eru í eini skipaðari tilgongd við umvælingum og umbyggingum av skúlanum, sum hevur til endamáls at betra um møguleikarnar til góða frálæra og góðan trivnað. Nógv er hent til tað betra seinastu árini; tað er ikki komið á mál, men við eini skipaðari tilgongd og góðum vilja, ber til at røkka langt.

Góða Sonja! Tað er ófatuligt sum tíðin rennur skjótt. Gjárdagurin kemur ikki aftur, og morgindagin kenna vit ikki. Men vit eiga dagin í dag, ella í veruleikanum bara løtuna nú. So, tað skal verða mítt ynski og bøn, at tú saman við manni, børnum, ommubørnum og familju annars fert at njóta tilveruna sum eftirløntur lærari. Guð gevi tær mong góð ár. Vit ynskja tær og tínum alt tað besta, blíðan byr og framhaldandi Guðs signing á lívsleiðini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo