Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Aslaug Gisladóttir, sum hevur staðið á odda fyri Betri Samtakinum síðani 2018 boðar frá, at hon ikki stillar uppaftur á komandi aðalfundi í Apríl hjá Ognarfelagi Tryggingartakaranna. Tá er nevndarskeið hennara eisini runnið.

- Talan er um privat viðurskifti, óheft av Betri, sum gera at mær tørvar at prioritera mína tíð øðrvísi.

- Hóast eg veruliga havi nýtt tíðina hjá Betri, so er timingin tann rætta fyri meg. Betri samtakið er í topformi og eri eg sera væl nøgd og stolt av góðu gongdini hjá samtakinum, sum hevur verið síðani eg tók sætið í 2018. Hetta er ikki minst góðu leiðslum okkara og starvsfólki at takka.

Aslaug Gisladóttir verður sitandi til Aðalfundin 12. apríl 2024 sum nevndarforkvinna í Ognarfelagið Tryggingartakaranna, Betri Holding og Betri Stuðulsgrunninum, umframt sum nevndarlimur í Betri Banka.

- Ein hjartans tøkk til trúgvu kundar okkara, dugnaligu starvsfólk okkara í øllum samtakinum, og ikki minst til leiðslur, nevndir og Umboðsráðið fyri góða samstarvið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo