Tann, ið hevur lítið at siga, tekur gramliga til
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Páll Nolsøe, ráðgevi hjá Føroya Landstýri, hevði framløgu um hvussu útlendingar síggja føroyingar í mun til okkara hvalaveiðu

Páll Nolsøe, ráðgevi hjá Føroya Landstýri, hevði framløgu um hvussu útlendingar síggja føroyingar í mun til okkara hvalaveiðu

Páll Nolsøe, ráðgevi hjá Føroya Landstýri, hevði framløgu um hvussu útlendingar síggja føroyingar í mun til okkara hvalaveiðu

Grindamannafelagið: Árligi aðalfundurin hjá Grindamannafelagnum fyri 2024, varð hildin leygardagin 20. apríl 2024.

Heilt fitt av fólkið varð møtt, og umframt skrá sambært viðtøkunum, hevði Páll Nolsøe ráðgevi hjá Føroya Landstýri, eina framløgu um hvussu útlendingar síggja føroyingar í mun til okkara hvalaveiðu, og hvat verður gjørt fyri at svara mótmælunum aftur.

Bjarni Mikkelsen lívfrøðingur, hevði eisini eina framløgu um merking og gransking av skjórutum springara.

Í formansfrágreiðingini, nevndi Esmar Joensen m.a. at árið í fjør varð søguligt, tí fyri fyrstu ferð bleiv ein kvinna vald til grindaformann í Føroyum. Esmar nýtti eisini høvið í røðuni, at minna á, hvussu umráðandi tað er at roynd grindafólk, føra teirra vitan innanfyri grind víðari til yngra ættarliði.

Fyri eini tíð síðan fekk felagið nýggja talgilda limaskipan, og heitti nevndin á limir, sum ikki longu høvdu gjørt tað, um at tilmelda seg av nýggjum umvegis nýggju limaskipanina, sum liggur á heimasíðuni gmf.fo

Á aðalfundinum bleiv eisini kunngjørt, at Fiskimálaráðið fer at skipa fyri nýggjum mønustingaraskeiðum í komandi mánað. Mikudagin tann 8. mai kl. 18:00 verður skeið í Eysturskúlanum í Tórshavn, og 10. mai í miðnámsskúlanum í Grønadali í Suðuroy.

Ymisk onnur mál vóru viðgjørd, sum t.d. ætlan um nýggjan undirvísingarfilm um grind, ferðamannaskip, springaraveiða, aktivistar, miðling, skera á háls o.s.fr.

Allir nevndarlimirnir sum stóðu fyri vali, tóku við afturvali, og onki annað valevni varð í uppskoti.

Eftir fundin skipaði nevndin seg óbroytt, sum er:

Formaður: Esmar Joensen, Hvítanes
Næstformaður/peningarøkil: Tóri Simonsen, Hvannasund
Skrivar: Bjartur Tórhalsson, Vestmanna
Eykavaldur: Bogi Hansen, Runavík
Eykavaldur: Eyðstein í Løðu, Bøur
Eykavaldur: Ragnar Jacobsen, Miðvágur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo