Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Gransking.fo: Í gjár varð drúgv grein um PFAS gransking almannakunngjørd á heimasíðuni hjá  New York Times Magazine. Í hesi greinini er samrøða við Pál Weihe, professara, um hansara lívlongu gransking í PFAS og øðrum dálkingarevnum.

Granskingin hjá Pál Weihe er gjørd á deildini fyri Arbeiðs- og almannaheilsu saman við nógvum góðum fólki í Føroyum og aðra staðni síðani 1986. Innsavnað tilfar og kanningar av mammum og børnum er skipað í kohortur, sum í vavi eru nakað heilt serstakt í granskingarhøpi. Tilfarið er bæði umfatandi og væl umboðandi eitt heilt fólk.

Í byrjanini vóru tað mest kyksilvur og líknandi dálkingarevni, sum vóru kannað, men síðani 2009 hevur eisiini verður granskað í PFAS dálking og árinum.

PFAS evni verða kallað ‘Forever Chemicals’ - ævinleika dálkingarevni- og eru alla staðni. Í nógvum av tí, vit eta, drekka og nýta. Vit eru enn bert so dánt byrjaði at fáa innlit í, hvussu hesi evni ávirka heilsu okkara. Stóri spurningurin er, hvussu samfelagið og vit kunnu verja okkum móti teimum. Tí eitt vita vit við vissu: PFAS er skaðiligt og hevur negativ árin á heilsuna.

Greinin kann lesast her við at stovna ein ókeypis brúkara.  Greinin er 18 síður við myndum, og fer víða um, bæði í føroysku granskingini og í altjóða PFAS granskingini.

Ein stutt útgáva um evnið kemur á prenti í Sunday Magazine tann 20. august við heitinum: Everywhere. Forever.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo