Tann, ið hevur lítið at siga, tekur gramliga til
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Íverksetarahúsið: Næmingar úr Runavíkar kommunuskúla, skulu umboða Føroyar í DM í Kolding í morgin.

Tað er til kappingina NextLevel, har fólkaskúlanæmingar úr 8.-10.flokki, úr øllum Danmark, Grønlandi og Føroyum, kappast um at vinna Danmarksmeistaraheitið í íverksetan.

Bólkurin úr Føroyum er vinnarin av SkúlaFM 2024, sum varð hildið fyrr í ár. Hetta er árliga íverksetarakappingin, sum Íverksetarahúsið skipar fyri í samstarvi við Barna- og útbúgvingarmálaráðið, har ið skúlanæmingar úr framhaldsdeildini úr øllum landinum kappast í íverksetan.

Bólkurin, Nexum, hava eitt hugskot til eina app, ið skal gera tað lættari fyri ung at finna arbeiði. NeXum kemur frá Runavíkar Kommunuskúla og stovnararnir eru; Luna Klein Joensen, Petra Jonhardsdóttir Geyti, Miriam Bogadóttir Brekku og Leivur Lassen, og lærarnir hjá teimum eru Súsanna Brekkum og Fróði Hansen.

Í kappingini um DM í íverksetan verður stórur dentur lagdur á at luttakararnir duga at flætta heimsmálini hjá ST fyri burðardyggari menning upp í verkætlanirnar. Tey skulu samstundis duga at vísa á, hvussu teirra verkætlan kann verða til gagns fyri altjóða samfelagið.

Kappingin um Danmarksmeistaraheitið verður í Kolding í morgin, hósdagin 25. apríl.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo