Eitt gott umdømi er skjótari at missa enn at vinna
- Walter E. Williams

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eitt gott umdømi er skjótari at missa enn at vinna
- Walter E. Williams
Politikkur

Almanna- og Bústaðamálaráðið: - Vit hava nógv týdningarmikil evni á skrá í Norðurlendska ráðharraráðnum og felags ætlanir um at flyta javnstøðuna framá. Samstarv er ein týðandi partur av hesum. Saman kunnu vit bæði læra av royndunum hjá øðrum og hava størri ávirkan, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna.

Hon er á ársfundi Norðurlandaráðsins í Helsinki. Har umboðar hon formansskapin í Norðurlendska ráðharraráðnum fyri javnstøðu og LGBTI-rættindi og hevur lagt fram ársins javnstøðufrágreiðing.

Í framløguni varð dentur lagdur á at verja framstigini á javnstøðuøkinum, nú grundleggjandi fólkaræðislig rættindi eru undir trýsti.

Javnstøða og javnrættindi skulu vera ein skipaður partur av arbeiðinum tvørtur um málsøki, og øll Norðurlond eru við í samstarvinum.

Á skránni var eisini politisk samrøða við vælferðarnevnd Norðurlandaráðsins um javnstøðusamstarv og tilmæli á økinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #