Um vit brúka lívið rætt, er tað nóg langt
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Javnaðarflokkurin hevur nú sitið við valdið í góðar 500 dagar í hesum umfarinum.

Landsstevnan fegnast um góð úrslit og hildin vallyfti fyri at fáa einari javnari og rættvísari Føroyar. Nógv politisk stig eru tikin, sum er neyðug, røtt og rættvís.

Landsstevnan vísir eisini arbeiðararørsluni og arbeiðarafeløgunum sín treytaleysa stuðul, nú tey stríðast fyri betri lønar- og livikorum.

Tey omanfyri 9.000 fólkini, sum valdu Javnaðarflokkin 8. desember 2022, hava higartil fingið valuta fyri sína atkvøðu hesar fyrstu 500 dagarnar.

Eitt søguliga høgt lønarlyft er latið lægst løntu starvsfólkunum á umsorganarøkinum, sum saman við vanliga lønarvøkstrinum gevur tildømis einum námsfrøðingi umleið 5.000 krónur meira um mánaðin.

Ein skattaminking er samtykt, sum tryggjar lág- og miðalløntum millum 7.000 kr. og 13.000 kr. meira í sín part árliga.

Eitt skattafrítt orkuískoyti, sum gevur teimum húskjum, sum tjena undir 25.000 um mánaðin, rætt til 10.000 kr. í ár og 5.000 kr. næsta ár.

Læknavaktin er styrkt, so fólk við sálarligum sjúkum fáa betri akutta hjálp. Bíðitíðirnar at sleppa til viðgerð á sjúkrahúsunum er drúgvar á fleiri økjum, og tí er serstøk upphædd sett av til at fáa bíðilistarnar niður.

Talið av kommunulæknaviðtalum er økt við trimum afturat upp í 37.

Barsilsútgjaldið er hækkað úr 25.000 kr. upp í 30.000 kr.

Returskipanin innan fløskur og dósir er endiliga broytt soleiðis, at fólk ikki skulu fara frá peri til pól við sínum fløskum og dósum.

Vit hava fingið nýggja náttúruverndarlóg.

Uppskotið frá Fólka- Sambands- og Miðflokkinum um at hækka tingmannalønina er felt, og í staðin fara tinglimir at fáa somu pensión sum aðrir føroyingar.

Málið um gongd í haga er – í breiðari semju – á gáttini til at verða loyst á ein hátt sum tryggjar rættin hjá føroyingum til ókeypis at vitja sína egnu náttúru undir ábyrgd fyri náttúru, fenaði og virksemi hjá bóndum.

Bústaðir, sum næstan fingu mønustingin undir síðstu samgongu, hava fingið heimild at stovna almannagagnlig bústaðarfeløg saman við kommunum, og heimild at taka 350 milliónir afturat í láni til at byggja leigubústaðir fyri.

10 av teimum 25 málunum í veðurlagspolitikkinum eru viðtikin.

Vit hava tikið altjóða ábyrgd í sambandi við kríggið í Ukraina, bæði við peningaligum stuðli til humaniter endamál, við at taka flóttar og við at seta avmarkingar fyri samstarvinum við Russland.

Ein munandi størri og rættvísari partur av serstaka vinninginum, sum vinnulig serrættindi hava við sær, koma nú fólki í Føroyum til góðar, og tøkugjaldið er ásett í breiðari semju.

Nógv er komið burturúr, men landsstevnan staðfestir kortini, at serliga trý vallyfti eru eftir at fremja í verki.

Landsstevnan heitir eisini á valdu umboð floksins um at virka fyri hesum málum komandi tíðina:

Lyftið um 37 tíma arbeiðsviku skal fremjast. Tað skal lovaða mvg frítøkan av gerandisvørum eisini.

Tað er bráneyðugt at endurskoða fast track skipanina, bæði so útlendingar í Føroyum kunnu skapa sær eina góða og virðiliga tilveru her, og so savningarmegin í samfelagnum ikki viknar av vantandi integratiónsarbeiði.

Hetta eru neyðug, røtt og rættvís politisk stig, sum fara at virka fyri einum enn meira jøvnum og samhaldsføstum Føroyum.

Í Skálavík 18. mai 2024
Landsfundur Javnaðarfloksins

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo