Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Johan Dahl, løgtingsmaður
Svarari: Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna-og útbúgvingarmálum
Evni: Yrkisútbúgvingarlógin og vantandi dagføringar

Spurningar:
-
Hvørjar kunngerðir og nærri reglur eru settar í gildi við heimild í yrkisútbúgvingarlógini og nær?

- Hvørjar av verandi kunngerðum og nærri reglum er tørvur á at endurskoða og dagføra?

- Hvørjar kunngerðir ella nærri reglur vanta í yrkisútbúgvingarlógini?

- Nær kann væntast, at verandi kunngerðir og reglur verða dagførdar, og tær kunngerðir og reglur, sum vanta, verða gjørdar?

Viðmerkingar: Yrkisútbúgvingarlógin, sum varð  sett í gildi í 1998, er ein sokallað rammulóg, sum heimilar landsstýrismanninum at áseta nærri reglur á fleiri økjum. Tørvur tykist vera á dagføringum av ymiskum slag við fleiri ítøkiligum ásetingum, sum kunnu vera við til at tryggja dygdargóðar yrkisútbúgvingar í framtíðini.

Tey, sum útbúgva seg innan el-yrkiðí Føroyum, fara oftast av landinum at lesa víðari, og tí kann tað vera óheppið, um okkara lógargrundarlag ikki leggur seg tætt upp at lógargrundarlagnum í grannalondunum. Tað skulu leypandi sýnast ymsar eldávaringarskipanir, sløkkiútgerð, rýmingar- og neyðljós o.a., men í Føroyum hava vit t.d. ikki løggilding innan VVS og kloakk, tí krøvini innan sløkking eru rættuliga strong. Av hesi orsøk koma VVS montørar uttanífrá at gera hesi arbeiði, bæði í H-bygninginum og á Glasi, fyri at nevna nøkur.

Klagur eru um yrkisútbúgvingarnar, serliga innan el-og maskinyrkið, har útbúgvingin verður søgd ikki at vera dekkandi, eins og onki sensorskeið hevur verið fyri sensorar í mong ár. Teknisku skúlarnir í Danmark hava somu trupulleikar, og talan er um vantandi eftirútbúgving.

Fyri at tryggja dygd í øllum innleggingararbeiði, og at fólk, sum starvast á útlendskum arbeiðsplássum, kunnu góðkennast fakliga, hevur tað stóran týdning, at útbúgvingarskipanin í Føroyum og allar yrkisútbúgvingar eru á hædd við altjóða standard. Tí verður hesin fyrispurningur settur.

Á Løgtingi, 22. februar 2024
Johan Dahl

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo