Mær dámar ikki at binda meg til hvørki Himmal ella Helviti. Eg havi vinfólk bæði støðini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Í gjár spurgdi undirritaða landsstýriskvinnuna i heilsumálum, Margit Stórá um tilmæli 13 í krabbameinsætlanini, sum snýr seg um at upplýsa og kunna um týdningin av at lata seg koppseta imóti HPV virus, sum fyribyrgir krabbameini i munni, svølgi og undirlívi hjá gentum og dreingjum. Tað er umráðandi, at ung fáa hesa koppseting, soleiðis at tey ikki verða hart av herviligari krabbameinssjúku. Í tilmæli 13 í Krabbameinsætlanini stendur:

«At munadygg tiltøk verða sett í verk, sum hava til endamáls at fáa fleiri gentur og dreingir at taka av tilboðnum um ókeypis koppseting fyri HPV. Somuleiðis verður mælt til, at ein skipan verður sett í verk, sum regluliga fylgir við, hvussu nógv verða koppsett fyri HPV. Hesar uppgávur eiga í fyrstu atløgu at verða lagdar til Heilsutrygd».

Somuleiðis varð spurt, um  hvussu nógv taka av tilboðnum um ókeypis koppseting,  og um munur er á gentum og dreingjum, ið taka av tilboðnum. Hetta er eisini ein uppfylgjandi spurningur, sum undirritaða setti landsstýriskvinnuni herfyri um ójavnvágin millum gentur og dreingir, har gentur fáa hetta ókeypis til tær fylla 27, meðan dreingir skuldu rinda 3000 kr eftir teir eru fyltir 18 ár. Hetta hevur landsstýriskvinnan nú broytt til, at gentur og dreingir eru javnsett. Ì svarinum frá landsstýriskvinnuni  komu nøkur áhugaverd tøl fram:

Í aldursbólkinum 1997-1999 tóku nærum allar gentur av tilboðnum, men aldursbólkurin av gentum 2000-2008 var talið lækkað niður á 41-79 pct. Fyri dreingir eru tølini upp aftur verri, i árganginum 2000-2008 var talið bara 15-29 pct. Heimsheilsustovnurin WTO mælti til, at i 2023 skuldu 90 pct verda koppsett fyri HPV, og eru tølini i Føroyum langt frá hesum máli. Landsstýriskvinnan segði seg vilja taka tilmæli 13 i Krabbameinsætlanini til sín og arbeiða fyri at betri kunning um hetta týðningarmikla fyribyrgjandi tilboð imóti undirlívskrabba hjá gentum og dreingjum. Undirritaða fegnast um svarið frá landsstýriskvinnuni.

Annika Olsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo