Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Fíggjarmálaráðið: Uni Rasmussen, landsstýrismaður í Fíggjarmálum, hevur sett Niels Juel Arge í starv sum stjóra á Strandferðsluni. Við sínum yrkisroyndum, sum skifta millum alment og privat, er Niels Juel Arge væl skikkaður til starvið sum stjóri á SSL. Niels Juel hevur verið fíggjarleiðari á strandferðsluni í tveimum umførum umframt fyribils stjóri í 2007. 

Niels Juel Arge er í løtuni fíggjarleiðari hjá Tórshavnar kommunu. Hann er útbúgvin cand.merc.aud. Harumframt hevur hann ískoytisútbúgving frá journalistháskúlanum í Århus. Niels Juel er 56 ára gamal.

Eftir ætlan byrjar Niels Juel í starvinum 1. november.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo