Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

13.06.1949 – 04.06.2022

Nú Niels hann farin er um sýn,
í sorg vit drýpa høvur,
hann eftir læt til tín og mín,
mong Høvdaløg og søgur.

Hann var so stillur, har hann var,
úr kvirru ljóð hans komu,
hann  blíður boðskap okkum bar,
sum vit við gleði nomu.

Tí hansar fatan hevði flog,
sum fagurt fleyg um landið,
har orð ei brúktu ílatog,
í hansar hugans gandi.

Hann fann úr fornu orðaflóð
tað farna skattafangið,
sum honum gjørdist barlast góð
við gomlum kirkjusangi.

Hans hugur rakk um mentan vítt,
um stórar menn á váli,
hann tolkaði teir breitt og vítt
til sang á okkar máli.

Hann lærdi seg um byggilist
og lærara í einum,
so ei hann visti, hvat stóð fyrst,
tá aftur komst at steinum.

Hann teknaði oss mentapall,
og kendi stórum, smáum,
har væl í báðum verk hans fall
við hansar ríku gávum.

Í tónleiki hann víðan vál
væl granskaði og spældi,
og bygdarvælfer var hans mál,
sum við í lív hans taldi.

Í Niels vit áttu megnarmann,
sum seg í minni festi,
ímeðan millum oss hann rann
og okkum var hin besti.

-------

Nú er hann farin, vinur vár,
um evsta lívsins liðið,
men eftir stórur varði stár:
Vár vinur hvil í friði.

pmp

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo