Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Vinnuhúsið: Nevndin í Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur í dag sett Niels Winther sum stjóra. Hann tekur við starvinum mánadagin 14. februar.

Niels Winther er 52 ára gamal, og hevur starvast í Vinnuhúsinum síðan 2011. Áðrenn hetta var hann deildarstjóri í Vinnumálaráðnum, og hevur sostatt drúgvar royndir og gott innlit í tað vinnuliga økið.

Harumframt hevur nýggi stjórin røkt ymisk álitisstørv innan vinnu, útbúgving og gransking.

Nýggi stjórin er útbúgvin í stjórnmálafrøði og virkisleiðslu.

Samstundis sum nevndin í Føroya Arbeiðsgevarafelagi fegnast um at hava sett nýggjan stjóra, vil hon eisini takka Maritu Rasmussen fyri trúgvu tænastuna í Vinnuhúsinum, fyrst sum ráðgevi og síðani sum stjóri í samfull 14 ár. Nevndin ynskir henni blíðan byr í nýggja starvinum sum stjóra á Havstovuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo