Vitan uttan vísdóm er sum vatn í sandinum
- Afrikanskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Árligi aðalfundur Fótbóltssamband Føroya verður leygardagin 18. februar klokkan 13:00 - Mynd: Hans Erik Danielsen

Árligi aðalfundur Fótbóltssamband Føroya verður leygardagin 18. februar klokkan 13:00 - Mynd: Hans Erik Danielsen

Árligi aðalfundur Fótbóltssamband Føroya verður leygardagin 18. februar klokkan 13:00 - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: Leygardagin 18. februar klokkan 13:00 verður árligi aðalfundurin hjá Fótbóltssambandi Føroya hildin í FSF-húsinum á Tórsvølli. Hetta er samstundis aðalfundur nummar 45, síðan FSF varð sett á stovn hin 13. januar í 1979.

Á aðalfundinum hesaferð er millum annað val til starvsnevndina, og tá freistin at stilla upp var úti á midnatt mikukvøldið, høvdu níggju persónar, tvær kvinnur og sjey menn, bjóða seg fram til teir tríggjar sessirnar, ið standa fyri vali hesaferð.

Tey níggju, ið eru uppstillaði, eru Anja Rein, Bjarni Prior, Dánial Hansen, Fróði Danielsen, Heri á Rógvi, Kristmund Johannessen, Kristoffur Vidtfeldt, Maria Jóhannusardóttir Joensen og Ólavur Larsen.

Til komandi aðalfund er uppskot, at viðtøkurnar fyri FSF verða broyttar soleiðis, at verandi starvsnevnd verður lækkað úr 8 niður í 7 nevndarlimir, og at bæði kynini skulu vera umboðað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo