

Sambært skrásetingunum hjá Granskingarráðnum hava níggju føroyingar lokið ph.d.-prógv í 2022.
Tríggjar av hesum verkætlanum eru stuðlaðar av Granskingarráðnum.
1. apríl vardi Sissal Sigmundsdóttir Djurhuus ph.d.-ritgerð sína á Københavns Universitet. Ritgerðin kallast: “The Effect of Exercise Training on Tumor Biology in Humans - Exploration of Exercise-Induced Tumor NK Cell Infiltration and Alleviation of Hypoxia as Anti-Cancer Mechanism in Men with Prostate Cancer”. Les meira her
26. apríl vardi Ester Weihe Jacobsen ph.d.-ritgerð sína á Københavns Universitet. Ritgerðin kallast: “Psoriasis: The occurrence, familial aggregation, and phenotype of psoriasis in the Faroe Islands”. Verkætlanin er stuðlað av Granskingarráðnum. Les meira her
2. mai vardi Anna á Váli Guttesen ph.d.-ritgerð sína á University of York. Ritgerðin kallast: “Mechanisms of sleep-associated memory consolidation and next-day learning”. Les meira her
31. mai vardi Høgni Carlsson Kamban ph.d.-ritgerð sína á Aalborg Universitet. Ritgerðin kallast: “Field-induced Dissociation of Excitons in Mono- and Bilayer Structures”. Les meira her
3. juni vardi Tóra Djurhuus ph.d.-ritgerð á Københavns Universitet. Ritgerðin kallast: “The Legacy of the Past in Brexit Britain - A study of the influence of the cultural memory of empire on British Euroscepticism”. Les meira her
24. juni vardi Helma Maria Tróndheim ph.d.-ritgerð sína. Hon hevur verið innskrivað á á Aalborg Universitet og á Fróðskaparsetri Føroya. Ritgerðin kallast: “Ensuring Supply Reliability and Grid Stability in a 100% Renewable Electritity Sector in the Faroe Islands”. Verkætlanin er stuðlað av Granskingarráðnum. Les meira her
5. juli fekk Otto Eivind Neshamar ph.d.-prógv frá University of Aberdeen. Ritgerðin kallast: "Hydrodynamics of oscillatory flow over an array of cylinders". Les meira her
18. juli vardi Turið Poulsen ph.d.-ritgerð við Fróðskaparsetur Føroya. Ritgerðin kallast: “Analysis and modelling of the wind energy resources in the Faroe Islands”. Les meira her
9. september 2022 vardi Marnar Fríðheim Kristiansen ph.d.-ritgerð sína á Fróðskaparsetri Føroya. Ritgerðin kallast: “Cancer Epidemiology in the Faroe Islands”. Verkætlanin er stuðlað úr Granskingargrunninum. Les meira her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo