Seinasta samdøgrið hevur politiið í trimum førum tikið bilførarar sum koyrdu bil hóast teir høvdu drukkið, og nú verður bíðað eftir blóðroyndum fyri at staðfesta, um koyrikortið verður tikið treytaleyst ella ikki.
Promillumarkið er 0,2 og tá promillan er omanfyri 0,5 verður koyrikortið frádømt treytaleyst.
Bátafestivalur var á Toftum, og tað var í Eysturoynni at allir bilførararnir vórðu tiknir.
Annars var eisini nakað av fullum fólki, sum skuldi koyrast til hús, eins og onkur fekk átalu fyri at halda ov nógvan gang, greiðir vakthavandi á politigarðinum frá.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo