Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

U11 dreingirnir hjá Royn til venjing við Christinu Ravnsfjall og Lene Terp

U11 dreingirnir hjá Royn til venjing við Christinu Ravnsfjall og Lene Terp

U11 dreingirnir hjá Royn til venjing við Christinu Ravnsfjall og Lene Terp

FSF: Vanliga eru mennararnir hjá FSF knýttir at hvørjum sínum feløgum, har teir vitja og vegleiða venjarunum í feløgunum, men seinastu dagarnar hevur alt toymið verið saman um vitjanir í feløgunum í Suðuroynni. Samanlagt hava mennararnir verið á vøllunum og havt út ímóti 20 venjingar við barna- og ungdómsliðunum í oynni.

Móttøkan hevur verið avbera góð; bæði á og uttanfyri vøllirnar, sigur Pætur S. Clementsen, tekniskur stjóri við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandinum

– Eftir okkara tykki hevur hetta eydnast ótrúliga væl, og vit hava fingið heilt nógv burturúr. Uppmøtingin til venjingarnar var framúr góð, og í øllum feløgunum sóu vit nógv fótbóltsglað børn, sum dámdu væl at venja. Áhugin tykist eisini vera stórur hjá venjarum og øðrum rundanum feløgini, og tað hevur eisini nógv at siga, sigur Pætur S. Clementsen

U11 undir sjóneykuni
Mennaratoymið hevur gjørt av at gera U11 til serligt átaksøki, og í tí sambandi var eisini fundur við høvuðsungdómsvenjararnar og U11 venjararnar hjá Royn, TB og FC Suðuroy.

– Vit velja nú at varpa eyka nógv ljós á U11 av ymiskum orsøkum. Tað er ein áhugaverdur og týdningarmikil aldursbólkur, tí kanningar vísa, at børn í hesum aldrinum læra sera nógv og skjótt. Tey kunnu tí mennast sera nógv í tí tíðarskeiðnum, og tey gerast meira tilvitaði um fótbólt sum meira enn ‘bara’ spæl. Tí er tað týdningarmikið, at vit brúka spælið til at geva teimum dygdargóða venjing og læra tey so nógv sum gjørligt í tí aldrinum, greiðir tekniski stjórin frá.

Hetta var alt umrøtt á fundi við ungdóms- og barnavenjarar í oynni, og komandi tíðina verður hetta eisini eitt átaksøki, sum mennararnir fara at arbeiða við saman við restina av feløgunum í landinum.

Sí fleiri myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo