Vanliga dømir ein sum hjartalagið er til
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Nógv túsund loynilig skjøl í samband við morðið á John F. Kennedy, forseta, eru nú leysgivin. Tað hendir eftir at Joe Biden, forseti, hevur givið boð um tað.

John F. Kennedy varð skotin í býnum Dallas í Texas í 1963. Almenna frágreiðingin øll árini síðani hevur verið, at hermaðurin og kommunisturin Lee Harvey Oswald einsamallur tók forsetan av døgum. Men ivi er áhaldandi sáddur um hetta í bókum, filmum og sjónvarpssendingum og í dag er tað ein almenn fatan, at allur sannleikin ongantíð kom fram.

Tað var í 1992 at kongressin gjørdi av , at almenningurin 25 ár seinni skuldi fáa atgongd til øll skjøl í málinum, um forsetin sum sat tó góðtók tað. Tá 2017 so kom kunngjørdi tásitandi forsetin Donald Trump úrvald skøl og gjørdi samstundis av, at restin skuldi almannakunngerðast so líðandi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo