Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

(Mynd: Gilli B. í Hoyvík)

(Mynd: Gilli B. í Hoyvík)

(Mynd: Gilli B. í Hoyvík)

Tá Rebekka og Jákup eru saman, fara tey útum mørk.

Vinkonan ákærir Jákup fyri neyðtøku, men Rebekka vil ikki lurta. Hon hugsar bara um at linna egnu pínu. Spakuliga fatar hon, hvat veruliga er hent.

Mikið kjak tók seg upp eftir at landsstýrismaðurin við mentamálum noktaði at veita stuðul til filmsverkætlanina, hóast filmsráðgevarar mæltu til at játta stuðul. Nú verður møguleiki hjá áskoðarum sjálvi at meta um filmin, sum varð kolldømdur orsaka av kynsligum innihaldi.

Sæla, ið Katrin Joensen-Næs leikstjórnar, lýsir eitt evni, sum er tabu, ið ongantíð áður er viðgjørt hvørki á skrift ella á filmi herheima. Fólkini handan Sælu vóna, at filmurin fer at skapa eitt alment kjak um ein trupulleika, ið eingin tosar um.

Ingun í Skrivarastovu hevur framleitt filmin. Leikarar eru Bjørk Búadóttir Tórgarð, Ebba Malena Debess Thomsen og Edvin H. Niclasen.

Filmurin verður frumsýndur í Norðurlandahúsinum 14. januar kl. 18:00.

Aldursmarkið er 15 ár

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo