Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hálvársroknskapurin fyri 2023 vísir eitt úrslit á 133,3 mió. krónur eftir skatt, og Betri Banki hevði ein solvens á 31%. Tað merkir, at Betri Banki er millum tryggastu peningastovnarnar í danska kongaríkinum.

Útlánini eru økt við smáum 500 mió. krónum, meðan innlánini eru økt við góðum 700 mió. krónum.

Inntøkurnar farnað hálvár vórðu væl hægri, enn mett varð frammanundan. Tað kemst serliga av hækkandi rentuinntøkum. Tað hevur eydnast at halda útreiðslunum á einum lutfalsliga lágum støði, og sostatt er úrslitið fyri hálvárið gott. Hetta hevur somuleiðis givið høvið til at hækka rentustøðið á flestu av bankans innlánsproduktum, har fleiri verða yvir 3% per 15. septembur.

Somuleiðis verður innlánsrentan á lønarkontum hjá privatkundum ásett til 0,25% tann 15. septembur.

Bankin hevur ikki havt tap av sínum útlánsvirksemi í ár.

Jean Djurhuus, forstjóri, er væl nøgdur við úrslitið:

- Kundaskarin er vaksin seinastu árini, og roknskapurin vísir okkum, at Betri Banki gongur fram á teimum røttu og týdningarmiklu økjunum.

- Samstundis sum bankin veksur, hevur bankin styrkt sítt kapitalgrundarlag og hevur megnað at hildið fast í einum lágum kostnaðarstøði. Og nú fáa vit veruliga bjóðað okkara innskjótarum eina munagóða innlánsrentu á produktum, sum ikki hava verið áhugaverd í fleiri ár.

Fyri alt roknskaparárið 2023 metir leiðslan, at úrslitið verður á leið 220-260 milliónir eftir skatt.

Úrslitið fyri fyrra hálvár 2023:
• Úrslit eftir skatt: 133,3 mió. krónur
• Útlán: 7,8 mia. krónur
• Innlán: 9,2 mia. krónur
• Solvensur: 31

Hálvársroknskapur 2023 hjá Betri Banka

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo