Tað gekk væl hjá partafelagnum Kemilux Industri í fjør.
Eftir skatt lógu góðar 4,2 mió kr eftir á botnlinjuni til eigararnar. Tað skal samanberast við hall uppá 100 tkr árið fyri.
Eisini bruttovinningurin vaks nógv - úr 11,8 mió kr í 2019 til 17,5 mió kr í fjør. Ein sannlík orsøk til øktan bruttovinning er økt søla.
Fíggjarstøðan javnvigaði við 23 mió kr og harav er eginognin 5 mió kr.
Kemilux fæst mest við at framleiða og selja sápur og líknandi, umframt pakkitilfar til framleiðslufyritøkur.
Stjóri í fyritøkuni er Jens Debess Petersen.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo