Viðhvørt er tøgn besta svarið
- Dalai Lama

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Havstovan: Komandi vikuna skal havrannsókarskipið Jákup Sverri á Føroyabanka í sambandi við árligu yvirlitistrolingina um várið. Umframt kanning av støðuni hjá botnfiski á bankanum, verður nøgdin av e-DNA í vatnroyndum kannað, umframt at Umhvørvisstovan ger neyvar uppmátingar av botninum á bankanum.

Eitt høvuðsendamál við rannsóknartúrinum á Føroyabanka er at fylgja við nøgdini av botnfiski. Hetta verður gjørt við at taka 29 hál á ein tíma kring allan bankan, har mannagongdirnar eru tær somu sum onnur ár. Fiskurin verður mátaður og vigaður, og eisini verða nytrur tiknar til aldursgreiningar. Magar verða eisini kannaðir. Úrslitini verða samanborin við onnur ár. Spennandi verður at vita, um tann jaliga gongdin við toskinum á Føroyabanka heldur fram. Eisini verður spennandi at vita, um nøgdin av hýsu framvegis er líka stór sum seinastu árini.

Sum ein partur av eini verkætlan, sum Havstovan arbeiðir við, verður eisini nøgdin av e-DNA kannað, har vatnroyndir verða tiknar, fyri at máta nøgdina av DNA í sjónum, sum stavar frá toski og hýsu. Úrslitini frá e-DNA kanningunum verða síðan samanbornar við úrslitini frá yvirlitstrolingini.

Hetta er ein fimm ára verkætlan, sum Fiskivinnuroyndir hava fíggjað. Endamálið við verkætlanini er at kanna, um e-DNA-kanningar kunnu brúkast, sum partur av grundarlagnum fyri stovnsmetingar. Havstovan, umframt fleiri aðrir granskingarstovnar um allan heimin, arbeiða við líknandi kanningum, og kanningarnar á Føroyabanka eru týdningarmiklar sum ískoyti til hesa altjóða gransking.

Við á túrinum er eisini eitt lítið norskt granskingarlið, sum skal taka nakrar royndir fyri at kanna, hvussu skjótt DNA frá fiski heldur sær í vatnroyndunum, áðrenn tað verður niðurbrotið.

Somuleiðis verða starvsfólk frá Umhvørvisstovuni við Jákup Sverra á Føroyabanka henda túrin. Umhvørvisstovan skal gera mátingar við EM712 multibeam skipanini, bæði meðan trolað verður og um náttina. Hesar kanningar hava til endamáls at gera neyvar uppmátingar av botndýpinum bankanum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo