Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Í morgin verður veðrið tó gott við lítlum vindi av høgættum, turrveðri og sólglottum, serliga seinnapartin. Hitin 5-6 stig.

Týsdagin regnar mestsum allan dagin, vindurin veksur og er seint seinnapartin komin upp í hvassan vind ella skrið av útsynningi og hitin um 8-9 stig.

Mikudagin skrið av vestri og regn allan dagin, hitin um 6 stig.

Hósdagin fer hann sum frá líður upp í norðan, og tað verður nógv kaldari, niður ímóti frostmarkinum, og tað kann koma kavi ella vátaslettingur. Nógvur vindur, skrið ella stormur.

Fríggjadagin strúkur í vindi ella skrið av norði og útnyrðingi. Kanska okkurt vátakavaæli og hitin um 2 stig.

Næsta vikuskifti batnar veðrið sum frálíður og sunnudagin verður tað bara heilt gott. Turt og hitin millum 2 og 4 stig.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo