Fólk, sum halda seg vita alt, eru ikki til at halda út hjá okkum, sum vita alt
- Isaac Asimov

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Í morgin strúkur í vindi upp í hvassan vind av útnyrðingi, seinnapartin tó minni vindur. Tað verður kalt, um frostmarkið ella beint omanfyri og okkurt kava- ella heglingsæli.

Týsdagin hvassur vindur ella skrið av vestri, seinni útnyrðingi, ælaveður allan dagin og hitin at byrja við um 7 stig, men sum dagurin líður minkar hann niður ímóti frostmarkinum.

Mikudagin gul av ymsum ættum, turt og hitin um frostmarkið.

Hósdagin fyrst sunnan ella útsynningur og hann veksur sum frálíður vindin upp í ein strúk ella skrið og verður meira beinur vestan. Hitin úr 7 niður í trý stig og avfall mestsum allan dagin, partvís sum regn og vátaslettingur.

Fríggjadagin skrið ella stormur av vestri, okkurt æli og hitin 2-3 stig.

Sama veðrið heldur fram alt næsta vikuskifitið við nógvum vindi, serliga leygardagin, ælaveðri og hita um frostmarkið og upp í eini 4 stig.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo