Nú er samfelagið so vorðið, at pizzan kemur til dyrnar áðrenn løgreglan
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Nøkur minnir um mammu,

Maria Louisa (Hansen) Magnussen (2/11-1929 - 28/2-2016)

Hin 28. februar 2016 fór mamma frá okkum. Kona, mamma, svigarmamma, omma, langomma og olduromma okkara fór heim í ævinleikan. Hon var móð, hesin seinasti veturin var strævin, hann tók hart við forkølilsi og ymsum stríði við maganum. Hetta hevði spøkt seinastu árini, og tá ein er komin upp á 86 ár við arbeiði og gongd uttan íhald, tá er tað gott at sleppa undan at skula stríðast, lýða ella pínast.
Henda sunnumorgunin ætlaðu tey bæði sær í kirkju, sum vanligt, men tá hon ikki hevði tað so gott, fór hon upp aftur at leggja seg.

Pápi grunaði okkurt, ringdi og bað onkran av børnunum og svigarbørnunum koma at hyggja til mammuna. Tá stóð longu illa til, og seint seinrapartin andaðist hon á Landsjúkrahúsinum. Eg var ikki heima, var saman við svigarsoninum umborð á Norrønu ávegis heim.

Tað var ein sera undarlig kensla, tá konan ringdi og gav mær boðini at mamma var innløgd. Skamt eystanfyri Hetland, bara at bíða og onki fáa gjørt, serliga tá eg nú í tjúgu ár hevði búð hurð um hurð við teimum. Tá so boðini seinni um dagin komu um at hon nú var farin, tá var tað líkasum longu gingið upp fyri mær, at støðan var ring og tað mátti eg bara finna meg í.

Mamma var yngst av seks, dóttir til Georg Hansen úr Lonini og Henrikku Hansen úr Eirikstoftum, varð fødd Inni í Húsi og búði har tey fyrstu árini, men fluttu heim í Eirikstoftir í nýggj hús um fýra ára gomul. Men longu sum seks ára gomul, 9. apríl í 1936 bleiv hon faðirleys; pápin og farbróðurin gingu burtur henda skírisdag, tá teirra tørn varð at skjútsa í ivaveðri. Ikki bara vóru Jógvan og Georg brøður, men eisini giftir við hvør síni systir. Eftir sótu omma við seks og systurin Hansina við trimum, umframt einum undir belti. Tveir teir elstu beiggjarnir hjá mammu, Niels Pauli og Hans Jacob, vóru undankomnir, 19 og 16 ár og vóru longu royndir á sjónum, ímeðan hini fýra vóru úr 13 og niður í 6. Hjá systrini vóru tey fýra børnini frá 6 og niður í tað, ið enn var undir beltinum. Hetta hevur verið ein strævin tíð at koma ígjøgnum, nú forsyrgjarin við eitt var burt.

Men systkinni vóru røsk, dreingirnir vóru til skips, og genturnar arbeiddu nógv heima, hoyggjaðu fyri fólk, og so út at tæna tá aldur kom til tað. Mamma var ikki nógv heimanífrá, eina tíð tænti hon í Havn hjá skyldfólki beint eftir kríggið. Men omma livdi ikki so væl, so mamma var heima eftir tá eldru systrarnar vóru giftar.

Omma var tó ógvuliga røsk, dugdi óalmindiliga væl at seyma, og tað finnast onkrir sera snøggir kjólar enn eftir hana. Tað lærdi hon eisini genturnar væl. Dreingirnir skaffaðu toy úr Skotlandi og Englandi, so omma kundi seyma. Eisini skaffa teir nógv nyttu ting til húsið, og húsini við Eirikstoftir vóru tey triðu í Miðvági, ið fingu vesi, “træk og slip”, bert prestagarðurin og læknahúsini vóru fyrr. So mamma plagdi at flenna eftir, at tá fólk kom á gátt, vísti omma gestunum fyrst vesi, áðrenn tey vóru boðin longur inn.

Omma var sera erpin av og góð við síni børn, og tey vóru altíð vælklødd. Og tað hevði onkur á orðið, at tey vóru “ov væl klødd eftir teirra standi”. Men líka legði hon í, hvat fólk søgdu. Hon dugdi so væl til hendurnar, og tað kundi ongin taka frá ommuni. Eg skal ikki skriva meira um tað gomlu tíðina her, mamma hevur skriva nógvar síðir niður, ið vit einaferð skula fáa gjøgnumgingið, saman við teimum óteljandi søgunum, ið liva eftir hana.

Mamma var altíð í gongd, seint í song, tíðliga uppi, og tað var ikki bara fyri at sita uppi. Nei, okkurt skuldi fáast frá hondini, ofta var tað okkurt plaggi, ið skuldi brúkast dagin eftir, ella var tað at baka ella at rigga til dagin eftir. Tey árini, tá hon arbeiddi úti, fyrst á Snarfost, seinni sum heimahjálp, ja so mátti døgurðin riggast til kvøldið fyri. Tá høvdu vit døgurðatíma í skúlanum millum 12 og 13, umframt at pápi og eldru systkinni arbeiddu. So døgurða til eini 5-6-7 av okkum tíggju í húskinum mátti  gerast klárur.

Var tað okkurt, ið skuldi kókast, fóru hon og pápi upp tíðliga, settu grýturnar á kók eina løtu, og so blivu tær ballaðar inní hondklæði og sett undir dýnunar á dupult songini. Tann sum so var fyrstur heim tók tær niður og fekk tær uppá kók, vit yngru dekkaðu borð og so kundu vit fáa døgurða. Skuldi okkurt steikjast, ja so mátti tendrast undir pannuni. Hetta gekk uppá seg í nógv ár, og ongantíð hoyrdist eitt grenj, onki knarr.

Við tveimum systrum og seks beiggjum mátti verið okkurt at knarra og grenja um, men tað bleiv tíðin ongantíð brúkt til. So heldur onkra vísu ella góða og stuttliga søgu, tær vóru nógvar, men neiligt hoyrdu vit lítið, um ikki onki til. Mamma elskaði gestir, har komu vit eisini sleipandi við mongum, vinfólki sum ókendum, og øll blivu borin á lógvunum, væl uppvarta. Har komu nógv forkunnug fólk, serliga Marit er komin við kendum, Pernille Aalund og Anja Andersen og fleiri øðrum, ella bara onkrum, ið ongastanis hevði at fara eina nátt. Onki problem. Har komu vit dreingirnir inn á nátt við vinfólki eftir dansin, og settust at fáa okkum nýbakað breyð og drýl, men aldrin rikin av húsum bleiv nakar, sjálvt um málageipanin kundi blíva nógv. Og so ommubørnini, tá tey komu til, tey komu við herum av vinfólki, og øll sluppu inn at fáa okkurt, fransktbreyð og mjólk, ella ein nýbakaðan kakubita.

Mamma rann ikki nógv úti tá hon nú ikki arbeiddi, bindiklubba høvdu tær tó í nokkso nógv ár. Men hon fekk sær eitt ítriv. Hon fekk, saman við fleiri, sett á stovn vevskúla í Vágum. Hetta gekk hon høgt uppí, og legði nógv fyri at fyrstu tÍðina fyri at fáa tað koyra. Vitjanir runt um í landinum, og skeiðir vóru fleiri av, og fingu tey sett ein lærara at taka sær av hesi skipan. Har er mangt plaggi komi úr hennara vevi, nógv fín stólabetrekk, teppir, turriklæði o.s.v. Vevikonurnar fóru í gongd við at veva nýggjan leypara til Miðvágs kirkju, og hann vevaðu tær uppá skift.

Mamma var eitt lívsstykki uttan líka, las nógv, lurtaði nógv eftri tíðindum, hon kendi nógv til versins gongd, og var tí eisini sera íðin at diskuterað politikk. Og har var ongin ivi; hon var javnaðarkvinna um ein háls, og tað fingu tey at vita, um tað kom uppá tal. Her dugdi hon væl, og treisk var hon og gav seg ikki, men hevði altíð okkurt at leggja afturat, at argumentara við. Og onkra søgu kundi hon altíð leggja afturat, sum oftast stuttligar, men tær kundu eisini vera álvarsamar.

Eitt, sum mamma og pápi byrjaðu uppá í áttatiárunum, var at ferðast uttanlanda. Tey vóru uttanlanda hvørt ár í nærum tredivu ár, fyrst við M/S England, so Winston Churchill, so við gomlu og so til seinast við nýggju Norrønu, og altíð við bili. Tey koyrdu víða um, nógvar túrar í Norra eftir at pápi hevði funnið familju har, men seinnu árini vóru tey mest í Danmark. Tey kendu fólk at vitja, m.a. Georg bróðir og Elin fastur, og við Elin fastur og Palla vóru tey fleiri túrar ymsastanis í Evropa, Týsklandi, Frankaríki og Italiu.

Væl dugdi og tímdi pápi at koyra. og sjálvt ta seinasta summar vóru tey við bilinum, 84 og 85 ára gomul.

Eg við familjuni hava eisini verið einar seks-sjeyð túrar í summarhúsi, m.a. í Norra. Allir heilt einastandandi góðir, stuttligir og hendingaríkir, nógv at minnast aftur á.

Nú eitt ár er liði, kennist tað framvegis eins tómt. Hon manglar, men vit muga víðari. Sorgini má vinnast á, men saknur er náttúrligur, serliga tá minnini eru so góð. Pápi hevur eftir umstøðunum tað gott, tað kennist einsligt hjá honum, tá tey hava havt eitt so gott og eydnuríkt lív saman. Men hann er væl fyri, klára seg væl einsamallur í húsi og dugur væl at vitja fólk, og far eisini nógvar vitjanir.

Eg kundi hildið á fram við at skriva um mammu, har er nógv av at taka. Men við hesum ørindunum úr týdda sanginum hjá Mikkjali á Ryggi, “Gud, ger meg til eitt lítið ljós”, vil eg minnast mammu:

“Gud, ger meg til eitt blomstur blítt,
sum brosar øllum mót,
sum tekur bæði kalt og lýtt
við tol á síni rót”

Napolion

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo