

Í 5 dagar, á 9 pallum, við 14 leikum, 21 sýningum og 74 leikarum verður høvuðsstaðurin í døgunum 24.-28. mai karmur um ein nýggjan spennandi festival, sum kallast Nordic Performing Arts Days - ella bara DAGARNIR 2016.
Høvuðskarmur um festivalin verður Norðurlandahúsið og Tjóðpallur Føroya – men við mongum spennandi framførslum verður eisini leitað út um pallkantin, eisini út á støð, har vit vanliga ikki fara til sjónleik.
Úr rúgvismiklu skránni kunnu vit nevna: Takomo Theatre (FI) við leikinum Dark Side of the Mime. sí her
Enduruppseting av væl umtókta leikinum Veitslan við leikarum úr Føroyum, Grønlandi, Danmark og Íslandi sí her
The Miracle Nuts (SE) við leikinum Flugo! sí her
Les meira um festivalin og skránna á www.nordicperformingartsdays.fo
Tað er Leikarafelag Føroya ið er vertur fyri Døgunum 2016 í tøttum samstarvi við Netverki fyri norðurlendska palllist, Norðurlandahúsið og Tjóðpall Føroya.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo