
Mynd: Norðlýsið

Mynd: Norðlýsið
- og tá fæst at vita um Miðflokkurin framvegis er partur av samgonguni, skrivar Norðlýsið.
Norðlýsið fekk orð á Bill Justinussen, løgtingslim fyri Miðflokkin, í fjølmiðlarúminum í løgtinginum. Til spurningin um Miðflokkuin framvegis er partur av samgonguni, svaraði hann at tað er Miðflokkurin, men at floksstjørnin hjá Miðflokkinum hevur fund kl 14 og síðani fæst at vita hvørja støðu Miðflokkurin hevur.
Bill upplýsti annars, at hann er fúsur at taka við sessinum sum landsstýrismaður í uttanríksimálum, skrivar Norðlýsið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo