Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

NS: Úrslitið eftir skatt í 2023 var eitt avlop upp á 38,7 mió. kr. samanborið við 11,7 mió. kr. árið frammanundan. Framgongdin stavar í høvuðsheitum frá øktum rentuinntøkum grundað á hægri rentustøði og vaksandi virksemi.

Sparikassin er nøgdur við gongdina í 2023.  

Vøkstur í virksemi
Útlánini øktust úr 2.043 mió. kr. upp í 2.182 mió. kr., sum svarar til ein vøkstur upp á 139 mió. kr. ella 6,8 %.

Innlánini øktust úr 2.460 mió. kr. upp í 2.607 mió. kr., sum svarar til ein vøkstur upp á 147 mió. kr. ella 6,0 %.

Ábyrgdarpeningurin øktist úr 34,3 mió. kr. upp í 36,6 mió. kr., ið svarar til eina øking upp á 2,3 mió. kr. ella 7,0 %. Mælt verður til at renta ábyrgdarpeningin við 5 % í 2023, og miðað verður eftir at renta ábyrgdarpeningin við 6 % í 2024.

Grundrakstur munandi styrktur
Grundraksturin varð munandi styrktur í 2023. Grundraksturin var 52,1 mió. kr. samanborið við 23 mió. kr. árið fyri. Hetta svarar til eina hækking upp á 29,1 mió. kr. ella 127 %.

Gjaldføri og solvensur
Sparikassin hevur gott gjaldføri og góðan solvens.

Lyklatalið fyri gjaldførið var 416 % í mun til lógarkravda gjaldførið á 100 %. Solvensurin var 29,7 % sammett við 27,1 % árið fyri.

Árligi umboðsráðsfundur sparikassans verður 21. mars 2024.

Ársfrásøgnin sæst her: https://www.ns.fo/um-okkum/um-nordoya-sparikassa/roknskapir/roknskapir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo