Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Eisini konan Ri Sol-ju var til staðar í gjár. Onki frættist um, hvussu dóttirin eitur.

Eisini konan Ri Sol-ju var til staðar í gjár. Onki frættist um, hvussu dóttirin eitur.

Norðurskoreanski leiðarin Kim Jong-un hevði dóttrina við, tá hann í gjár var og hugdi eftir royndarskjótingini av eini nýggjari langtrøkkandi jørð-til-jørð rakett. Eisini konan, Ri Sol-ju var við, og hetta er fyrstuferð at norðurkoreanski leiðarin vísir fram familjuna á henda hátt.

Norðurkorea hevur seinastu vikurnar royndarskotið fleiri langtrøkkandi rakettir, og sambært japanska verumálaráðharranum Yasukazu Hamada kann rakettin, sum varð royndarskotin í gjár, flúgva 15.000 kilometrar. Harvið røkkur hon líka til USA.

Tað var í september at Kim Jong-un lýsti Norðurkorea at vera ein "óafturvendandi kjarnorkustat". Síðani tað hevur USA økt um sína hernaðarligu hjáveru, millum annað við at taka lut í fleiri hernaðarvenjingum við Suðurkorea.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo