Gøturnar í norðurkoreanska høvuðsstaðnum Pyongyang vóru fullar av fólki og stórar hernaðarsýningar hava verið, nú kommunistiska Norðurkorea í dag hevur hátíðarhildið, at 75 ár eru liðin síðani landið varð sett á stovn.
Koreakríggið vardi árini frá 1950 til 1953 og kostaði minst tveimum milliónum fólkum lívið.
Norðurkorea og Suðurkorea hava ongantíð gjørt nakra formliga avtalu um frið. Tí er í veruleikanum bert talan um vápnahvíld ímillum londini.
Støðan hevur manga verið spent ímillum londini, ikki minst eftir at Norðurkorea hevur ment kjarnorkuvápn. USA stendur tó sum hernaðarligur garantur fyri Suðurkorea.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo