Vanliga dømir ein sum hjartalagið er til
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Norðurkoreanskir teldusníkar hava seinastu árini stolið milliardir av krónum til einaræðisharran í landinum, Kim Jong-un.

ST hevur í nýggjari frágreiðing avdúkað ein heilan her av hakkarum sum stjala stórar upphæddir á netinum - pengar sum millum annað verða brúktir til at fíggja umfatandi ætlanirnar hjá Kim Jong-un at útvega landinum kjarnorkuvápn.

Í fjør fingu teldusníkarnir hjá Norðurkorea metnógv burturúr, tá stjólu teir ímillum 630 milliónir og eina heila milliard av dollarum. Men í frágreiðingini stendur eisini, at talið kann væl vera nógv størri, tí ikki øll lond vilja siga tað, tá myndugleikar ella fyritøkur í landinum hava verið fyri hesum stuldrinum.

Sagt verður eisini, at serliga bankar í nógvum londum standa fyri skotum.

Í fjør royndi USA at fáa ST at skerpa tiltøkini ímóti Norðurkorea, men Kina og Russland foraðu fyri hesum í trygdarráðnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo