NORA: Ung millum 18 og 25 ár hava nú møguleikan at luttaka í stóru verkætlanini Gen Z Agency: Mobilising young people to strengthen Nordic rural areas. Freistin er nú fríggjadagin.
Gen Z verkætlanin er eitt netverk við 24 ungum úr øllum Norðurlondum, men í løtuni er einki umboð úr Føroyum funnið. Tí er freistin longd til fríggjadagin, so høvi verður at gera eina roynd nú at finna tríggjar føroyskar luttakarar.
Bólkurin kemur at hava tilsamans 5 fundir, har tríggir verða á netinum, og tveir verða í Stokkhólmi. Endamálið er at tosa um hvørji lívsviðurskifti í útjaðaraøkjum eru týdningarmikil fyri ung fólk, og um hvussu útjaðaraøki kunnu gerast lokkandi fyri ung fólk.
Les meira her: Open call for participants - Nordregio projects
Arbeiðsmálið verður í høvuðsheitum enskt.
Tað er norðurlendski stovnurin Nordregio, sum stendur á odda fyri verkætlanini. Nordregio er ein altjóða granskingarstovnur innan fyri økismenning undir Norðurlendska ráðharraráðnum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo