Lat hann, sum vil broyta heimin, fyrst broyta seg sjálvan
- Sokrates

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lat hann, sum vil broyta heimin, fyrst broyta seg sjálvan
- Sokrates
Skúli

PISA-kanningarnar hava gjørt norska skúlan ov ástøðiligan og elvt til politiskar skundloysnir, tað heldur Morten Rennemo, formaður í Utdanningsforbundet í Troms.

Í sendingini Helgemorgen hjá NRK mælti hann til at umhugsa, um Noreg framvegis skal vera við í altjóða kanningini.

Rennemo heldur, at úrslitini skapa panikk og føra til skúlabroytingar, uttan at lærararnir verða nóg væl hoyrdir. Kanningin gevur eftir hansara tykki eina ov avmarkaða mynd av skúlanum, tí tónleikur, ítróttur og samstarvsevni ikki verða máld.

Hann heldur eisini, at áherðslan á ástøðiligar lærugreinar gongur út yvir trivnaðin hjá næmingum, sum dáma betur verkligar lærugreinar.

Norski kenslumálaráðharrin, Kari Nessa Nordtun, vísir uppskotinum aftur. Hon viðurkennir, at PISA ikki vísir alla myndina, men heldur kanningina vera neyðuga fyri at fylgja menningini. Norska stjórnin hevur sett eina milliard norskar krónur av til fleiri lærarar og undirvísing í smærri bólkum.

Í Føroyum vísti PISA 2025 eina blandaða mynd við lítlari framgongd í støddfrøði og náttúruvísindum, men afturgongd í lesing. Føroysku næmingarnir fingu 428 stig í lesing, 19 færri enn í 2022. Heili 42 prosent vóru undir markinum fyri virkisført lesiføri. Í Noregi var sama tal 34 prosent. Sostatt vóru norskir næmingar 8 prosentstig betri fyri enn føroyskir til lesing.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #