40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ein bólkur av sámum, sum í fleiri dagar hava blokerað norska Olju- og Orkumálaráðið, eru í nátt fluttir burtur av staðnum við makt, tí teir noktaðu at fara sjálvbodnir.

Sámarnir mótmæla, at tvær vindmyllulundir, sum eru settar upp á hálvoynni Fosen í Trøndelag, ikki eru tiknar burtur, hóast norski hægstirættur fyri yvir 500 døgum síðani gjørdi úrskurð um, at myllurnar eru settar upp ólógliga, tí tær skemma samiska mentannararvin.

Nordlys skrivar, at talan er um tilsamans 13 samiskar aktivistar, sum øll eru ungfólk. Harafturat hevur svenski aktivisturin Greta Thunberg eisini verið á staðnum fyri at stuðla aktivistunum. Hon ætlar sum skilst at halda fram við mótmælunum í dag.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo