Norskir politikarar eru komnir til Føroya at kunna seg um føroysku ætlanirnar at skatta alivinnuna.
Tað skrivar Fishfarmermagazine.
Norskir politikarar ætla, eins og føroyskir politikarar, at taka meira inn frá alivinnuni, men norska uppskotið hevur møtti størri mótstøðu enn tað føroyska, og vinnufelagið hjá norsku alivinnuni hevur eisini heitt á politikararnar um at fáa sær íblástur frá føroysku ætlanunum, sum eru meira knýttar at marknaðarprísinum og úrtøkuni annars hjá vinnuni enn einum føstum gjaldi.
Norska uppskotið skal ætlandi fyri Stórtingið seinni í hesum mánaðinum, har meiriluti tykist vera fyri tí.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo