Sjúkt er samfelag, har tað loysir seg best einki at eiga og einki at tíma
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Síðani kríggið móti Ukraina byrjaði av álvara hevur eitt norskt reiðarí flutt stóra nøgd av matolju fyri Russland.

– Hetta hjálpir Putin at drepa ukrainarar, sigur ukrainski sendimaðurin í Noreg.

Tann 7. august kemur norska farmaskipið «Champion Ebony» til terminalin Taman í Russlandi eftir russiskari matolju. Russiska havnin liggur har norðuri í Svartahavinum. Hinumegin sundið liggur Krim-hálvoyggin og restin av Ukraina.

Samtíðis bumbar Russland ukrainskar korngoymslur, fyri at steðga ukrainskum útflutningi.

Eitt av mongu álopunum var fimm dagar áðrenn í ukrainska havnabýnum Odesa. 200.000 tons korn oyðiløgdust.

Reiðaríið Champion Tankers í Bergen avvísir at gjørt verður nakað etiskt ivasamt, og sigur seg fylgja sanksjónunum hjá ST og ES og eisini ynskinum hjá ST um at fáa mat út til heimin.

Reiðaríið avvísir eisini yvirfyri NRK at hesin flutningur stuðlar álopskrígnum hjá Putin ella Putin sjálvum. Men vit skaffa heiminum mat, sigur reiðaríið.

Les smeira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo