BirkBlogg: Nú er hásummar. Hvørki sýnið ella sólin gera av, nær hásummar er, men heldur nær kampingplássið yviri við Strond í Havn er fult ella ikki.
Tað er ýtið, sum útróðarmenn søgdu fyrr, ella Benchmark og Vergleichstest, sum vinnulívið og týskarar siga í dag.
Í gjárkvøldið um midnáttarleitið kom Norrøna á Havnina og alt varð fylt upp, bilar og kampingvognar í øllum líki.
Fyri endanum longst burturi hava nakrir longu í farnu viku stúvað seg saman, helst fyri at halda ólavsøku, so tætt, festligt og minniligt, sum til ber í ár.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo