Kann vera, at mínir pengar ikki gera meg eydnusaman. Men um tú ert ólukkuligur, so hjálpir tað at eiga nógvar pengar
- Simon Spies

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Hesa vetrarhálvuna hevur Filmsfelagið víst nýggjar listaliga áhugaverdar filmar hvørt mikukvøld. Í kvøld verður seinasti filmur fyri jólasteðgin sýndur. Tað er hin íslendski ”Hvítur, hvítur dagur”, sum Hlynur Pálmason hevur leikstjórnað.  Íslendski leikstjórin varð gestadómari tá Geytakappingin var hildin í Norðurlandahúsinum í fjør.

Eftir jólaferiuna byrjar Filmsfelagið aftur hin 8. januar í 2020. Tá sýnir felagið nýggja heimildarfilmin ”Words of Love”, sum er um kanadiska sangaran Leonard Cohen og hansara samband við norsku Marianne Ihlen. Í báðum førum er bert ein sýning. Alt bendir longu á, at úselt verður til fyrsta filmin í nýggja árinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo