Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Betri Trygging: Hjá Betri Trygging kanst tú nú býta tryggingargjaldið út á allar 12 mánaðirnar, heldur enn at rinda alt í einum fyri eitt heilt ár fram. Við mánaðarligum gjaldi rindar tú væl minni hvørjaferð, og tryggingargjaldið verður lagt í eina fasta legu, sum ongantíð tekur teg á bóli.

Higartil hava flestu kundar okkara rindað tryggingar sínar eitt heilt ár fram í senn. Men nú alt dýrkar, kann eitt árligt tryggingargjald gerast ein av stóru, einstøku postunum í fíggjarætlanini. Tað kann eisini vera trupult at minnast, júst nær árliga gjaldið fellur, og tí kann tað taka fólk á bóli, tá ið gjaldið fer av kontuni.

Tí fegnast vit um nýggju skipanina, ið kann javna tryggingarútreiðslurnar út yvir alt árið. Soleiðis fáa kundar okkara betri yvirlit yvir fíggjarviðurskiftini, samstundis, sum tað gerst fíggjarliga lættari hjá teimum at vera væl tryggjaðir.

Tað einasta, sum krevst, er at hava eina ella fleiri tryggingar hjá Betri Trygging, umframt at vera meldað/ur til sjálvvirkandi gjaldstænastu.

Tey, ið vilja broyta til mánaðargjald, kunnu gera tað á mín.trygging.fo ella ringja til Betri Trygging.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo