Í morgin frískar hann sum frálíður vindin av landsynningi, tað verður skýggjað men eisini onkrir sólglottar og ímóti kvøldi okkurt æli. Hitin um 10 stig.
Týsdagin verður ættin ímillum landsynning og útsynning men bert lítil vindur. Samdrigið og kanska okkurt æli, hitin um 11 stig.
Mikudagin frískar hann vindin sum frálíður uppí hvassan vind ella skrið lágt, tað verður samregn allan dagin og nakað lýggjari, uppí eini 13 stig.
Hósdagin framvegis nógvur vindur, nú mest av útsynningi, ælaveður allan dagin men eisini sólglottar av og á, hitin 10-12 stig.
Fríggjadagin minkar vindurin burtur í onki, tað verður turt og sólin sær, hitin 8 - 10 stig.
Næsta vikuskiftið verður sum frálíður aftur nógvur vindur og regn, serliga sunnudagin. Ættin fer úr útsynningi uppí norðan og tað verður kaldari, niður í seks stig.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo