Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú eru teir báðir, Tóri Højgaard og Sonni L. Petersen, úti við rívuni. Tað er týðiligt, at teir hava trupulleikar. Um orsøkin er samvitskan ella atkvøðumissir, er ikki til at vita.

Teir tosa uttanum, heldur enn at afturvísa. Tað skilja fólk, sum staðfesting av tí, eg havi sagt og skrivað, og tøkk fái teir fyri tað.

Lat meg svara Sonna L. Petersen, at eg meti meg vera part av loysnini, meðan hann sjálvur ikki afturvísir nøkrum, og tí er partur av trupulleikanum.

Kommunala eftirlitið, Kærunevndin og Løgtingsins umboðsmaður hava øll givið Runavíkar kommunu átalu. Eitt ótal av byggiloyvum eru als ikki avgreidd.

Eftirlitsmyndugleikar dokumentera óskilið í kommununi. Sonni L. Petersen noktar at rætta kumpass, og stuðlar tí óskilinum.

Umsitingin hevur tað strævið
Einráðisharrin situr ovast, við tykkara stuðli. Tit krevja mál avgreidd, sum ikki eru klár at avgreiða. Tit gera onki við gomul, partvís fyrireikaði, mál.
Havi fingið enn eitt bræv frá Runavíkar kommunu, dagfest 2 vikur aftur í tíð. Ikki geva mær skyldina. Tað er tín skyld, Sonni, at tað er strævið at vera umsiting. Tú hevur ikki rygg til at stuðla umsitingini.

Okkara kommuna er spennandi. Ja, so spennandi, at onki tolir dagsins ljós. 

Mótsatt tykkum, tosi eg ikki uttanum
Sonni L. Petersen er næstformaður í Ítróttarnevndini. Borgarstjórin, umsitingin og nevndarformaðurin fóru til Danmarkar at keypa vøll. Eg tosaði við Sonna um hetta, men hann visti ikki av, at tey vóru farin. Man Sonni fáa nógvar atkvøður fyri vøllin?

Sonni L. Petersen brúkti alla náttina til at fáa fatur á SEV-sessinum. Lítil og ongin áhugi var fyri kommununi. Men Borgarstjórin setti tykkum í SEV uttanfyri beinanvegin. So eftir sat Sonni, bert við nevndarsamsýningini.

Til valið agiteraði Sonni L. Petersen við NSÍ-húsið. Nú er okkurt ávegis, men tað er partur av svimjihøllini. Sonni atvkøddi ímóti svimjihøllini. Tí eigur hann ongan lut í NSÍ-húsinum. Tað sær onki út, hjá Sonna, til komandi val.

At hanga í velinum á borgarstjóranum, og billa sær inn, at ein fær atkvøður fyri tað, borgarstjórin ger, hevur ongantíð loyst seg.

Uttan Borgarstjóran var ongin vøllur og ei heldur nakað NSÍ-hús.

Borgarstjórin verður toppskorari í Rituvík.

Jonhard Danielsen
Býráðslimur 

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo