Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Nýggja samgongan millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn ætlar ikki einans at minka um ríkisveitingina hesi næstu fýra árini.

Samgongan ætlar sær eisini at yvirtaka málsøkini loftrúm, vitaverk, sjórættur og farsóttarlóggáva, og afturat hesum verður farið undir at fyrireika yvirtøku av landslæknaembætinum.

Undir yvirskriftini "Uttanríkismál" í samgonguskjalinum stendur harumframt: Føroyar taka árliga ábyrgdina av 25 milliónum av fíggingini av serforsorgarøkinum. Ríkisveitingin verður lækkað samsvarandi. Um búskaparliga støðan broytist, og vøksturin verður negativur, verður ætlanin endurskoðað. Virkað verður fyri, at føroyskt verður formligt rættarmál í Føroya rætti.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo