Besta leið úr trupulleikum er ígjøgnum teir
- Robert Frost

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Almanna- og Mentmálaráðið: Gongst sum ætlað, verða føroyskar ljóðbøkur til láns á heimasíðunum hjá bókasøvnunum seinni í ár.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur borið Løgtinginum uppskot um nýggja bókasavnslóg. Eitt av stóru frambrotunum í lógaruppskotinum er, at ljóðbøkurnar, ið Ljóðbókatænastan á Landsbókasavninum hevur framleitt til blind og sjónveik seinastu mongu árini, nærum 500 í tali, kunnu verða seldar til rættindahavarar við útgávu til almenningin fyri eyga.

Higartil hava ljóðbøkurnar bert verið tøkar sum kassettubond og fløgur. Við lógarbroytingini, sum er í uppskoti, verða føroyskar ljóðbøkur til láns á heimasíðunum hjá bókasøvnunum, bæði hjá blindum og sjónveikum og hjá almenninginum, og ljóðbøkurnar verða eisini til keyps umvegis forløgini, ið geva tær út.

- Eg eri sera fegin um, at føroyskar ljóðbøkur nú verða til láns á heimasíðunum hjá bókasøvnunum, og at mongu ljóðbøkurnar, ið Ljóðbókatænastan hevur framleitt, kunnu verða givnar út, eisini til almenningin, bæði til láns og til sølu. Tíðin er farin frá kassettubondum og fløgum, tí hvørki útvarpstól ella teldur verða framleidd við kassettu- ella fløguavspælarum longur,” sigur Sirið Stenberg.

Onnur frambrot í uppskotinum til nýggja bókasavnslóg eru ásetingar um eitt bókasavnsráð, ið skal ráðgeva politisku skipanini í bókasavnsmálum, ásetingar um at skúlabókasøvn skulu vera í øllum skúlum, ásetingar um bókasavn á Fróðskaparsetri Føroya og ásetingar, sum laga bókasavnslógina til talgildu tænasturnar, sum eru ein alt størri partur av bókasavnsvirkseminum.

Galdandi bókasavnslóg er frá 2001, og stóru broytingarnar, ið eru farnar fram í samfelagnum síðani aldarskiftið, ikki minst innan hægri útbúgving og á tøkniliga økinum, hava við sær, at tørvur er á umfatandi broytingum. Bókasøvnini fremja upplýsing, útbúgving og mentanarligt virksemi, og bókasøvnini hava ein týðandi mentanarligan, útbúgvingarligan, búskaparligan og sosialan týdning - fyri tann einstaka og fyri samfelagið sum heild.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo